Innanlands

Nýggj fysioterapi viðgerðarstova á Tvøroyri

Gudrid Nolsøe hevur leingi havt ein dreym um at fáa egna viðgerðarstovu

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2020-09-17 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin lat Gudrid Nolsøe upp dyrnar fyri nýggjari fysioterapi viðgerðarstovu á Sjógøtu 138 á Tvøroyri.

Viðgerðarstovan veitir fysioterapeutiska kanning, viðgerð, venjing og leiðbeining. Ljósu og innbjóðandi hølini eru í kjallaranum á sethúsunum hjá Gudrid og unnusta hennara, Bárði. Klinikkin hevur tvey viðgerðarrúm umframt venjingarrúm.

Gudrid varð útbúgvin bachelor í fysioterapi í 2008 og hevur starvast í trý ár sum sjálvstøðug vinnurekandi í Havnar Fysioterapi. Í níggju ár arbeiddi hon á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hálvt ár sum undirvísari á Heilsuskúla Føroya, í endurmenning.

Gudrid hevur eisini verið virkin innan fótbóltsheimin, har hon hevur verið fysioterapeutur hjá A-landsliðskvinnunum, ymiskum U-landsliðum, besta mannsliðnum hjá HB og besta liðnum hjá TB.

Gudrid sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at nú, endiliga, eftir 10 ár, er hennara dreymur meir ella minni upprunnin og hon er byrjað rættiliga fyri seg sjálva.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder