Innanlands

Nýggj gransking ger 85 ára stormmeting fyri Føroyar

Í tíðarskeiðnum 1940 til 2024 hava tað verið 396 stomar í Føroyum, í miðal 4,8 stormar um árið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-08 19:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Í nýggjari og víðfevndari kanning hava granskarar gjørt eina nágreiniliga stormskrá fyri Føroyar frá 1940 til 2024. Kanningin er bygd á ERA5 og NORA3 endurgreiningardátur og mátingar á staðnum.

Hesi 85 árini hava tað verið 396 stomar í Føroyum, í miðal 4,8 stormar um árið. Tølini vísa, at tað eru stormar flestu árini, og at tað eru tíðarskeið við øktum vindi.

Flestu stormarnir vóru mettir sum vanligir stormar (20,8–24,4 m/s), men í miðal vórðu eisini 1,4 hvassir stormar (≥ 24,5 m/s) um árið, við størri styrki í ávísum økjum. Ikki óvæntað varð staðfest, at høvuðsættirnar eru úr útsynningi og vestri, sum týðiliga vísur á ávirkanina frá Atlantshavi, og at stormarnir serliga eru vetrarmánaðirnar.

Samanberingar millum vindmátingar úr Havnini og ERA5-dátur vístu bæði styrkir og avmarkingar í dátunum. ERA5 gav álítandi miðaltøl, men javnaði ov nógv út og vísti ikki nóg væl sveiggini og styrkina hjá teimum hvassastu stormunum. Við at brúka ein serligan „hvirlu-faktor“, grundaðan á nágreiniligar mátingar, eydnaðist at laga ERA5-dáturnar, so tær lýstu veruligu støðuna betri.

Kanningin vísti eisini nyttuna av at brúka geostrafiskar vindmátingar úr trýstdátum til at gera eitt langtíðar stormindeks. Eitt greiningararbeiði av gongdini alt tíðarskeiðið vísti næstan onga broyting í talinum ella styrkini av stormum, sum bendir á, at lítil broyting hevur verið gjøgnum tíðina.

Heildarúrslitið undirstrikar tørvin á støðugum mátingum og skrásetingum og betri hættum at eyðmerkja og flokka stormar. Hetta er týdningarmikið fyri at fáa betri innlit í veðrið og og soleiðis betri kunna fyribyrgja álvarsligar avleiðingar av harðveðri í Føroyum.

Greinin er júst kunngjørd í tíðarritinum International Journal of Climatology og kallast “Storm Frequency and Intensity in the Faroe Islands Between 1940 and 2024: A Method for Establishing a Storm Record Based on the ERA5 Reanalysis Data”.

Høvundarnir eru Rico Kongsager, Daniel Krieger, Bárður A. Niclasen, Frauke Feser, Andreas Nyholm og Sebastian H. Mernild.

Greinin er úrslit av verkætlanunum CliCNord og LostToClimate, sum báðar eru fíggjaðar av NordForsk. Í LostToClimate, sum júst er farin í gongd, eru luttakarar úr Føroyum eisini við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder