
Ein nýggj verkætlan er nú skotin í gongd á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Endamálið er at kanna, hvussu colorectal cancer, eisini nevnt tjúkktarms ella endatarmskrabbi, hevur ment seg í Føroyum seinastu árini.
Tað er Maria W. Dalsgaard, introlækni í maga- og tarmkirurgi, ið leiðir verkætlanina. Verkætlanin leggur dent á at kanna sjúkumynstur hjá føroyskum sjúklingum, umframt at fáa betri innlit í, hvussu sjúkan verður uppdagað, viðgjørd og hvussu gongdin er hjá teimum, ið verða rakt.
Talan er um eitt breitt og tvørfakligt samstarv, har starvsfólk frá Skurðdeplinum, Medisinska deplinum, Heilsugranskingareindini, Fróðskaparsetrinum og Center for Surgical Science (CSS) á Sjællands Universitetshospitali í Køge taka lut. Samstarvið gevur verkætlanini dýpd og kann skapa grundarlag fyri betri heilsutænastum í framtíðini.
Vónir eru um at víðka samstarvið til granskarar í eitt nú Svøríki og Norra, soleiðis at samanbering kann gerast av, hvussu henda álvarsama sjúkan rakar og verður viðgjørd í Norðanlondum. Slík samanbering kann vera ein lykil til at skilja munin á sjúkumynstrum, umframt til at betra um viðgerðartilboð og úrslit fyri sjúklingar í Føroyum.
Nýggja verkætlanin er eitt greitt dømi um, hvussu gransking kann gera mun fyri vanliga føroyingin í framtíðini.
Landssjúkrahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald