Innanlands

Nýggj grein um haturstalu, politiskt talufrælsi og "cancel culture"

Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, hevur skrivað vísindaligu greinina, sum er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization". Hon viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu "avlýsingarmentanini", ið fyrst og fremt sæst aftur á universitetum í USA

Sigri M. Gaïni

Sigri M. Gaïni

2023-07-08 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, phd-kandidat í politiskari filosofi, er útgivin í vísindaliga tíðarritinum "ATHENA - Critical Inquiries in Law, Philosophy and Globalization". Greinin er javnlíkamett.

Greinin "Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture" viðger vaksandi trupulleikan av sokallaðu "avlýsingarmentanini", ið fyrst og fremt sæst aftur á universitetum í USA.

Í greinini leggur Sigri M. Gaïni fram eitt nýtt argument: The Argument from Democratic Formation (á føroyskum: Argumentið um fólkaræðisliga myndan).

Hetta argumentið knýtir tvey vanliga mótsigandi sjónarmið, hvørt á síni síðu av kjakinum um politiskt talufrælsi, saman. Argumentið umboðar bæði tað sjónarmið, at lógir ímóti haturstalu eru neyðugar, og um somu tíð tað sjónarmið, at "cancel culture" ikki eigur at verða góðtikið í einum liberalum fólkaræði.

Greinin kann lesast frítt her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder