Innanlands

Nýggj grein um tíðarfatan í smaúm oyggjasamfeløgum

Tær kunnu vera heldur serstakar, tí man ikki hevur stóru býarsamfeløgini - hetta vísir Firouz Gaini á í tíðarritinum Small States and Territories

Greinin lýsir millum annað snildfonir sum eitt amboð, ið “fyllir” tóma tíð, tá ið ein bíðar ella steðgar á. Í seinna partinum av greinini spyr Firouz Gaini, um ein kann tosa um serligar tíðarfatanir, ið eyðkenna smá oyggjasamfeløg, har ið fólk megna at tálma ferðøkingina, sum so mong stór býarsamfeløg í globaliseraða heiminum eru merkt av

Greinin lýsir millum annað snildfonir sum eitt amboð, ið “fyllir” tóma tíð, tá ið ein bíðar ella steðgar á. Í seinna partinum av greinini spyr Firouz Gaini, um ein kann tosa um serligar tíðarfatanir, ið eyðkenna smá oyggjasamfeløg, har ið fólk megna at tálma ferðøkingina, sum so mong stór býarsamfeløg í globaliseraða heiminum eru merkt av

2025-11-21 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, viðger í nýggjari grein í tíðarritinum Small States and Territories m.a. serligu tíðarfatanirnar í smáum oyggjasamfeløgum

Nýggjasta útgávan av tíðarritinum Small States and Territories hevur eina greinarøð, sum heiðrar kenda norska antropologin Thomas Hylland Eriksen (1962-2024), sum doyði fyri einum ári síðani.

Iver B. Neumann, granskari á Fridtjof Nansens Institute (Oslo), er ritstjóri til tann partin av ritinum, sum snýr seg um granskingina hjá T. H. Eriksen.

Í inngangi sínum sigur hann millum annað:

Those of us who study small islands and territory are doubly blessed, since his work came to fall within that area and since it continues to be a vibrant source of inspiration for us all.

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í hesum sambandi skrivað greinina Small islands and the large temporal questions: Eriksen’s contribution to studies of island temporalities.

Greinin gevur eina gjøgnumgongd av arbeiðinum hjá T.H. Eriksen um tíð og ferð – hvussu menniskju uppliva, fata og tosa um tíð í serligum sosialum og mentanarligum kontekstum kring heimin.

Greinin lýsir millum annað snildfonir sum eitt amboð, ið “fyllir” tóma tíð, tá ið ein bíðar ella steðgar á. Í seinna partinum av greinini spyr Firouz Gaini, um ein kann tosa um serligar tíðarfatanir, ið eyðkenna smá oyggjasamfeløg, har ið fólk megna at tálma ferðøkingina, sum so mong stór býarsamfeløg í globaliseraða heiminum eru merkt av.

Tíðarritið er her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder