Innanlands

Nýggj heimasíða við vitan um glutenviðkvæmi

Cøliakifelag Føroya hevur nú fingið heimasíðu har til ber at leita sær viðkomandi upplýsingar og vitan um glutenviðkvæmi

2019-06-28 22:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 

Cøliakifelag Føroya hevur nú fingið heimasíðu. Her ber til at leita sær viðkomandi upplýsingar og vitan um glutenviðkvæmi. Fólk við cøliaki siga frá, hvussu tey liva við avbjóðingunum av sjúkuni.

Høvuðsendamálið við síðuni er at varpa ljós á glutenviðkvæmi og umstøðurnar hjá teimum, sum liva við sjúkuni cøliaki. Tað er sera umráðandi at fáa hesa vitan út í hvønn krók í samfelagnum.

Matbloggur hjá Unn Petursdóttir Kruse – sum dugir sera væl at gera leskiligan glutenfrían mat – hevur fingið sítt egna pláss á síðuni, so til ber at fáa góðan íblástur til góðan mat. Á síðuni eru eisini hentar leinkir og góð ráð til tey sum framleiða, selja ella gera mat – tað verið seg, matstovur, handlar, skúlar, ellisheim, stovnar – ja snøgt sagt øll, sum so ella so koma í samband við fólk við glutenviðkvæmi.

Mong eru glutenviðkvom

Hevur tú cøliaki, ella kennir tú onkran, ið ikki tolir gluten? Glutenviðkvæmi – ella sjúkan cøliaki – er munandi meir útbreidd her heima, enn tey flestu vita av. Tøl í grannalondum okkum vísa, at millum eitt og fýra prosent av fólkinum hava cøliaki. Í Føroyum merkir hetta, at kanska so mong sum 500 føroyingar eru glutenviðkvom. Hesi tola ikki proteinið gluten, sum finst í flestu kornsløgum, og harvið í stórum parti av matinum, sum vit eta. Tíverri eru tað bert ein partur av teimum, ið hava cøliaki, ið hava fingið sjúkuna staðfesta.

Bóklingur

Nevndin hevur áður givið út bóklingin “Cøliaki – Soleiðis gert tú”, ið eisini verður tøkur á heimasíðuni. Bóklingurin verður latin ókeypis til øll við áhuga, og fæst eitt nú á apotekum og hjá kommunulæknum. Ynskir tú ein ella fleiri bóklingar, skriva so til felagið á [email protected].

- Cøliakifelag Føroya

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder