Uttanlands

Nýggj hitamet væntandi sett hetta vikuskiftið

Í Fraklandi og Spania hevur hitin verið um 40 stig, og fríggjadagin var eisini tann higartil heitasti dagurin, sum er skrásettur í Stórabretlandi í ár

Í bretska høvuðsstaðnum London, har hitin fór uppum 30 stig, gjørdist fríggjadagurin tann higartil heitasti í ár

Í bretska høvuðsstaðnum London, har hitin fór uppum 30 stig, gjørdist fríggjadagurin tann higartil heitasti í ár

2022-06-18 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið væntast fleiri hitamet at verða sett í Fraklandi og Spania.

Nógvu hitastigini hava m.a. elvt til stúran um skógareldar.

Nógvastaðni í Fraklandi kom hitin í gjár uppum 40 stig, og í dag væntast hitin at verða uml. 42 stig, skrivar Ritzau.

Sambært veðurlagsgranskara á fronsku veðurstovuni er tað síðan 1947 ongantíð komið fyri, at ein hitabylgja verður skrásett so tíðliga á árinum sum nú. Tað kann eisini væntast at fleiri hitamet verða sett í fleiri landslutum.

Í Spania, har hitin hevur verið um 35-40 hitastig, hava skógareldar eisini rakt nærum 9.000 hektarar av jørð í landslutinum Sierra de la Culebra. Myndugleikarnir í Spania stríðast eisini við skjógareldum í øðrum landslutum.

Sambært The Guardian eru hitamet eisini sett í Stórabretlandi. Fríggjadagin kom hitin har uppum 30 hitastig, og gjørdist dagurin í gjár sostatt tan higartil heitasti, sum er skrásettur í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder