Innanlands

Nýggj jólamerki frá Posta

Í ár hevur Suffía Nón teknað jólamerkini, sum mynda søguna um fyrstu jólini, tó við einum føroyskum dámi – Trý teirra fáast eisini sum jólakort

2020-11-06 10:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.

Í ár hevur Suffía Nón teknað jólamerkini, sum so vakurt mynda søguna um fyrstu jólini.

Listakvinnan hevur givið jólamerkjunum ein føroyskan dám við at tekna føroysk landsløg inn í frásøgnina. Somuleiðis gerst gløggi hyggjarin skjótt varugur við, at fólkini eru í føroyskum pløggum - td. er Maria í stjørnutroyggju og Jósef í føroyskari húgvu og koti.

Trý jólakort við myndum úr jólamerkjunum eru givin út. Tey verða seld sum sett við bjálvum.​

Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.

Jólamerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo. Fimtan merki eru í arkinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder