Innanlands

Nýggj kanning fyri prostatakrabba í Føroyum

Vevnaðarroyndir av prostata hava áður verið gjørdar á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg, men nú fer man at sleppa undan at senda fleiri til Danmarkar

Tað er Jóhan Poulsen, ábyrgdarhavandi og visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið hetta týðandi arbeiði upp at standa

Tað er Jóhan Poulsen, ábyrgdarhavandi og visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið hetta týðandi arbeiði upp at standa

2025-04-09 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar Skúkrajús: Í gjár, týsdagin 8. apríl,varð farið undir ein nýggjan hátt at kanna sjúklingar, har ein MR-skanning hevur víst illgruna um prostatakrabba. Sjúkrahúsverkið hevur fingið nýtt tól til vega, ið ger hetta møguligt.

Um 200 menn verða árliga ávístir til MR-skanning, við illgruna um prostatakrabba. Á leið 70 teirra verða sendir víðari til at taka vevnaðarroyndir. Umleið 50 av hesum fáa síðani staðfest krabbamein.

Vevnaðarroyndir av prostata hava áður verið gjørdar á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg.

- Við hesum nýggja tólinum, og við upplæring av starvsfólkum, ber nú til at gera hesar kanningar her heima. Myndirnar frá MR-skanningini verða smeltaðar saman við ultraljóðmyndunum frá nýggja tólinum. So kann arbeiðast út frá myndunum, heilt nágreiniliga. Hetta ger at vevnaðarroyndirnar eru meira neyvar og tí eisini færri í tali. Á hendan hátt verða MR-skanningarnar av prostata eisini gagnnýttar til fulnar her í Føroyum.

Hetta ger stóran mun fyri sjúklingin, ið oftast eru eldri menn. Fyri tað fyrsta tí at kanningin verður gjørd í Føroyum, heldur enn í Danmark. Tað er ikki neyðugt at ferðast eins langt, verða burtur í fleiri dagar og hava fylgjara við. Fyri tað næsta, tí at kanningin við hesum nýggja háttinum er minni pínufull, tað bløðir minni og tað er so gott sum ongin vandi fyri bruna. Hetta kemst av, at vevnaðarroyndirnar nú verða tiknar við at farið verður ígjøgnum millumkjøtið og ikki gjøgnum endatarmin.

Hendan kanningin tekur vanliga bara 20-30 minuttir. Sjúklingurin er væl fyri aftaná, tað eru færri hjáárin og ein nógv lagaligari sjúklingagongd.

Mannagongdin eftir kanningirnar er tann sama sum frammanundan, royndirnar verða sendar til útgreinan á universitetssjúkrahúsinum í Aalborg og svarið verður sent til ávísandi lækna.

Í dag hava starvsfólk frá universitetssjúkrahúsinum í Aalborg verið við til kanningarnar, fyri at vegleiða okkara egnu starvsfólk. Eisini hava starvsfólk frá GE Healthcare verið við, fyri at tryggja at tólið er rætt stillað og sum heild koyrir sum tað skal.

Sjey slíkar kanningar vórðu gjørdar í dag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og framyvir verða tær gjørdar eftir tørvi.

Tað er Jóhan Poulsen, ábyrgdarhavandi og visiterandi urologur í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur fingið hetta týðandi arbeiði upp at standa. Framyvir verður tað urologur, saman við sjúkrarøktarfrøðingum, ið koma at gera hesar kanningar, á urologiska ambulatoriunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder