Mentan

Nýggj kanning: Um foreldrini roykja kunnu børn fáa kroniska lungasjúku sum vaksin

Fólk eru í størri vanda fyri at doyggja av lungasjúkum, um tey eru uppvaksin hjá roykjaraforeldrum

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-08-19 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir

Av teimum 100.000 vaksnu, ið doyggja hvørt ár uttan at hava roykt áður, eru sjey av teimum orsaka av, at tey vuksu upp hjá foreldrum, ið royktu. Tað skrivar BBC.

Tað vísir ein nýggj kanning hjá American Cancer Society, har granskarar hava kannað, hvussu nógv fólk, ið ongantíð hava roykt, eru komin undir passiva royking, og hava fylgt heilsuna hjá teimum gjøgnu 22 ár.

70.900 fólk luttóku í kanningini.

Kanningin vísir, at fólk, ið eru komin undir royking í tíggju tímar ella meira um vikuna, hava 27 prosent størri kjans at doyggja av hjartasjúkum, 23 prosent størri kjans fyri at doyggja av slag, og 42 prosent størri kjans fyri at doyggja av einari kroniskari lungasjúku, samanborið við fólk, ið eru uppvaksin hjá foreldrum, ið ikki roykja.

Leingi hevur mann vitað, at børn, ið hava foreldur, ið roykja, eru í størri vanda fyri at fáa m.a. astma, og nýggja kanningin vísir, at fólk, ið eru uppvaksin hjá roykjarum kunnu fáa kroniska lungasjúku seinni í lívinum.

 

placeholder
placeholder