Innanlands

Nýggj kanningarskipan verður til reiðar í komandi viku

Tað skal vera smidligari at kanna seg fyri korona, og talan verður um tríggjar sonevndar "drop-in" kanningarmiðstøðir, sum sjúkrahúsini standa fyri. Galdandi skipan við ávísing frá kommunulækna ella 1870 heldur fram komandi dagarnar

Tað verða ongar koronakanningar gjørdar við Landssjúkrahúsið, tá nýggja miðstøðin í høvuðsstaðnum verður til reiðar. Hetta boðar Sjúkrahúsverkið frá (Mynd: Òlavur Frederiksen)

Tað verða ongar koronakanningar gjørdar við Landssjúkrahúsið, tá nýggja miðstøðin í høvuðsstaðnum verður til reiðar. Hetta boðar Sjúkrahúsverkið frá (Mynd: Òlavur Frederiksen)

2020-08-06 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Miðjað verður eftir, at tvær av hesum trimum sonevndum “drop-in” kanningarmiðstøðum verður klárar longu mánadagin í Tórshavn og á Tvøroyri.

Sjúkrahúsverkið boðar í tíðindaskrivi seinnapartin frá, at arbeitt verður við einari nýggjari smidligari kanningarskipan, sum skal gera tað skjótt og lætt hjá øllum at lata seg kanna á teimum trimum sjúkrahúsunum uttan ávísing. 

Á tíðindafundinum í gjár greiddi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, frá, at eitt av nýggjastu átøkunum, nú aktiv smitta aftur er staðfest og breiðir seg í føroyska samfelagnum, er at seta nýggja kanningarskipan á stovn.

Les eisini: Verður nú lættari at verða kannaður - samfelagið verður ikki latið meira aftur

- Tað skal verða lættari at verða kannaður: Tað skal ikki longur verða neyðugt at fáa ávising frá kommunulækna, og heldur ikki er neyðugt, at ein hevur sjúkutekin. Vit vilja kanna so nógv sum gjørligt. 

Nú er greitt, at talan verður um tríggjar sonevndar “drop-in” kanningarmiðstøðir, sum verða við sjúkrahúsini í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Tann í høvuðsstaðnum verður á Eiragarð og við Landsverk, ikki longur við  Landssjúkrahúsið har ferðsluviðurskiftini er serlig. Í løtuni verður arbeitt við at seta lonir upp, og ætlanin er, at drop-in kanningarmiðstøðin á Eiragarði verður opin eftir vanliga arbeiðstíð. 
Í Suðuroynni verður arbeitt við eini líknandi loysn, har koronakanningarnar verða fluttar av Suðuroyar Sjúkrahúsi og út í býin. Nærri kunning um hvar og hvussu hetta verður skipað kemur seinni, skrivar Sjúkrahúsverkið.

Málið er, at nýggja kanningarskipanin verður klár á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin. Seinni í næstu viku verður drop-in kanningarmiðstøð eisini klár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Sjúkrahúsverkið boðar frá, at galdandi skipan, har tú skal hava eina ávísing frá kommunulækna ella 1870, heldur fram til nýggja “drop-in” kanningarskipanin sett í verk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder