Innanlands

Nýggj kommunulæknaviðtala letur upp í høvuðsstaðnum

Hetta verður síðst í 2026, sambært Heilsumálaráðnum. Í dag eru útvið 800 borgarar í Havn, sum ikki hava fastan kommunulækna

2025-10-03 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hevur verið tosað um, at tað vanta fastir kommunulæknar ymsastaðni í landinum.

Soleiðis er enn, og í fíggjarlógini fyri 2026 er peningur settur av til eina spildurnýggja kommunulæknaviðtalu.

Heilsumálaráðið staðfestir, at tørvurin er lutfalsliga størstur í økinum í landinum við tættast búseting.

- Tørvurin á nýggjari kommunulæknaviðtalu er størstur í Tórshavn. Í dag eru útvið 800 borgarar í Havn, sum ikki hava fastan kommunulækna. Samanborið við restina av landinum  er miðaltalið av borgarum fyri hvørja viðtalu hægst í Heilsuøki 4, ið fevnir um Havnina og Sandoynna. Tí er gjørt av, at nýggja kommunulæknaviðtalan skal vera í Tórshavn, skrivar Heilsumálaráðið.

Tað eru avgjørt eisini onnur stað, sum hava og framhaldandi fara at skríggja eftir einum ella fleiri føstum kommunulæknan.

Skjótt skal støðan í høvuðsstaðin betrast, og hetta hevur stóran týdning, sigur Súsanna Bertholdsen.

- Tað er alneyðugt at seta eina nýggja kommunulæknaviðtalu á stovn í Tórshavn, har tørvurin er størstur, og har alt ov nógvir borgarar í dag standa uttan fastan kommunulækna. Hetta er eisini ein liður í at styrkja heilsutænasturnar í nærumhvørvinum sum heild og at tryggja, at vit koma nærri tí málinum, at hvør kommunulækni hevur ein hóskandi stóran borgaraskara knýttan at sær. Soleiðis tryggja vit bæði borgarum og læknum betri umstøður, staðfestir landsstýriskvinnam í heilsumálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder