Innanlands

Nýggj krimi frá Jógvani Isaksen

Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall

Jógvan Isaksen

Jógvan Isaksen

2022-12-10 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall. 

- Tey, sum hesa náttina komu framvið húsunum, kendu seg tiknan av einum skelkandi óunnileika. Tá ið tey litu seg íkring at finna út av, hvaðani kenslan stavaði, sóu tey eitt bleikt grønt ljós lýsa úr øllum vindeygum á teimum einsamøllu húsunum. Hóast tað var blikalogn, klamsaði havaportrið sum í illveðrið, og ljóðið fekk tey at hugsa um ein óðan hund. Eingin steðgaði á meira enn eitt andarhald. Uttan at vita reiðiliga hví, fóru tey at ganga skjótari og skjótari. Føturnir fluttu seg títtari og títtari, og at enda runnu tey. Burtur, burtur, inn í myrkrið at krógva seg.

Halgigripaskrínið er gjørd á Føroyaprenti.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder