Innanlands

Nýggj kunngerð um eftirlit á eldraøkinum

Ein nýggj kunngerð, sum kemur í gildi 1. januar, tryggjar, at eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt og øðrum tilboðum sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður skipað, regluligt og eins í øllum landinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-22 11:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sambært lógini hava kommunurnar ábyrgdina av eftirlitinum. Men við nýggju kunngerðini fáa tær nú ein greiðan og felags leist fyri, hvussu eftirlitið skal fara fram, hvat eftirlitið skal fevna um, og eina freist nær eftirlitið skal verða framt.

Kunngerðin er gjørd í tøttum samstarvi millum Almanna- og mentamálaráðið og kommunurnar, og arbeiðið fær gott skotsmál av landsstýrismanninum:

– Nú er long tíð liðin, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, men reglur um sjálvt eftirlitið hava manglað. Tað hava vit nú bøtt um. Við hesi kunngerðini fáa kommunur og kommunal samstørv greiðar karmar at fremja eftirlit við tilboðum og tænastum, sum tær veita, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu.

Kunngerðin, sum kann lesast her, er nú lýst og arbeiðið við at fremja eitt støðugt eftirlit kann nú veruliga fara í gongd í øllum landinum.

Almanna- og mentamálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder