Innanlands

Nýggj lopgrøv til Fimi

Tann verandi grøvin er til vanda fyri íðkararnar, og ynski er um at fáa eina lopgrøv við skúmkubbum, ið betri tekur stoytin tá lopið verður. Fimleikasamband, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag hava í felag gjørt eitt tilmæli til nýggju útgerðina í Fimi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-22 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fimleikahøllin Fimi var tikin í nýtslu í 2011 og er karmur um tvær hallir til estetiskan fimleik og eina stóra høll til amboðsfimleik. Høllin er sera nógv brúkt bæði av fimleikafeløgum, dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum. Hvønn dag koma hundraðtals fólk í høllina.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har víst verður á, at menningin innan fimleik er stór, og at tørvur er á nýggjari útgerð. Tað er serliga lopgrøvin, ið skal taka stoytin, tá íðkarar veja ymisk lop, ið er ein trupulleiki. Tann sum er í Fimi nú er ótíðarhóskandi, hevur fingið skaðar og við henni er eisini vandi fyri skaðum.

Portalurin hevur fingið upplýst, at íðkarar hava fingið álvarasamar og smærri skaðar orsakað av verandi grøv, og at tað hevur verið sera trupult at vant lop, tí tað ikki hevur verið trygt at lenda. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Nú boðar kommunan frá, at Føroya Fimleikasamband, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag hava gjørt eitt tilmæli til nýggju útgerðina í Fimi í samband við, at støðið hjá okkara bestu fimleikarum í Føroyum er hækkað. Ynski er um at fáa eina lopgrøv við skúmkubbum, ið betri tekur stoytin tá lopið verður. 
Bæði Mentamála- og fíggjarmálanevndin hava tikið undir við tilmælinum, og býráðið skal taka støðu til tað á  býráðsfundi hóskvøldið.

Fimleikafeløgini meta, at tað er mest hóskandi at útvega eina samansetta loysn, ið ger tað møguligt at venja amboðsfimleik í fremstu røð, umframt at annað fjølbroytt virksemi kann vera í Fimi undir tryggum umstøðum. Hesum tekur Ítróttaanlegg eisini undir við. At útvega slíka loysn verður mett at kosta umleið eina millión krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder