Innanlands

Nýggj nevnd vald fyri Landsbanka Føroya

Johnny í Grótinum og Jan Otto Holm, sum hava verið limir í nevndini seinastu trý árini, halda fram, og Johnny í Grótinum er nú formaður

2024-05-30 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya valt nýggja nevnd fyri Landsbanka Føroya, sum eisini er Búskaparráð.

Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Vald eru:

  • Johnny í Grótinum, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, námslektari, Fróðskaparsetrið - Formaður
  • Jan Otto Holm, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari
  • Hans Ellefsen, PhD-útbúgving í búskaparfrøði, lektari, Fróðskaparsetrið
  • Marjun Weihe Thomassen, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, fíggjarleiðari, Landsverk
  • Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og leiðslu, stjóri, Demich

Nevndin er vald fyri 3 ár. Johnny í Grótinum og Jan Otto Holm hava verið limir í nevndini í Landsbanka Føroya seinastu 3 árini.

Fíggjarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder