
Á eykaaðalfundi hjá Kost- og Føðslufelagnum 27.august varð nýggj nevnd vald.
Nevndin sær soleiðis út: Poula Patursson, forkvinna, Thilda Hansdóttir í Líðini, næstforkvinna, Lóa Lenvig Hansen, Camilla Bonde Holmegaard Hansen og Poulina Ennigarð Hansen. Tiltakslimur er Hanna Tróndheim.
Kost- og Føðslufelagið umboðar fakfólk innan kost, føðslu og heilsu. Felagið hevur sum endamál at virka fyri betri arbeiðs- og lønarviðuskiftum hjá limunum, eins og at gera týdningin av kost- og føðslufakligari vitan sjónligari í samfelagnum.
Formaðurin Poula Patursson sigur:
- Vit eru spent at fara til verka. Vit vilja gera okkara fakfelag enn sterkari og tryggja, at arbeiðið hjá limunum verður sætt og viðurkent. Okkara limir gera eitt týðandi arbeiði í samfelagnum innan bæði heilsuverkið, eldraøkið og nógva aðra staðni. Okkara vitan ger mun – bæði fyri heilsu, menning og trivnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald