Hvussu bar til hjá føroyska samfelagnum at stýra gjøgnum eina av størstu kreppum í nýggjari tíð, næstan bara við tilmælum?
Hetta er millum viðgjørdu spurningarnar í nýggju bókini Nordic Crisis Management: Well-Performing Governance During COVID-19.
Tað eru íslendsku Ásthildur Elva Bernhardsdóttir og Baldur Thorhallsson, sum hava ritstjórnað.
Bókin hevur eisini ein føroyskan vinkul og ein føroying, sum hevur skrivað part av bókini.
- Bókin hevur eina skipaða tilgongd til koronahandfaringina í øllum Norðurlondum og greinar kreppustýring við støði í fimm høvuðsevnum: váðatálman (risk reduction), avgerðartakan (decision-making), leiðslu (leadership), kreppusamskifti (crisis communication) og læring (learning).
Soleiðis skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.
Sambært setur. fo er endamálið við útgávuni ikki bara at lýsa og skjalprógva, hvat hendi í ymsu londunum, men eisini at gera av, hvussu stóran týdning samfelagsstødd, politiskar skipanir, mentan og annað høvdu fyri kreppuhandfaringina, og hvat lærast kann í sambandi við kreppustýring í framtíðini av norðurlendsku kreppuhandfaringini av COVID-19.
![]()
Føroyski kapittulin, sum Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini hevur skrivað, vísir millum annað á, hvussu eitt lítið samfelag við avmarkaðum fullveldi stýrdi gjøgnum kreppuna.
Hugt verður hvønn týdning álit, sosialt kontrol, stødd, serfrøðingar, samstarv, samskifti og ávísar politiskar avgerðir høvdu fyri, hvussu kreppan spældi av.
Til ber at lesa greinina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald