2021-09-16 19:15

Tórshavnar kommuna er í ferð við at seta eina skipan í verk, sum skal gera samskiftið millum dagstovnar og foreldur trygt og ómakaleyst.
- Skipanin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi
Talan er um eina ókeypis app til snildfon, ið nevnist ForeldraGluggin. Tað eru foreldur at dagstovnabarni í Tórshavnar kommunu. Tænastan fevnir um dagstovnarnar og frítíðarskúlarnar í kommununi.
Til ber at lesa meira um ForeldraGluggan á torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald