Innanlands

Nýggj Strála til Strendur

Kappróðrarfelagið Strálan vísir fram nýggja 6-mannafarið leygardagin

2021-09-09 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagurin verður ein stórur dagur hjá Ungmannafelagnum Strálan. Hendan dagin kemur nýggi kappóðrarbáturin, sum felagið hevur ognað sær.

Tað er John Høgnesen úr Norðragøtu, sum hevur bygt felagnum nýtt 6 mannafar. Søguliga sæð er hetta sermerkt, tí abbi fyrrnevnda John, Engelbreth Hansen, var maðurin, sum í 1991 bygdi ta fyrstu Stráluna, sum hevur vunnið fleiri FM-heitir fyri felagið, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.

Í sambandi við at nýggja Strálan kemur til bygdina, ynskir felagið at vísa bátin fram við neystið leygardagin kl. 17. Vitjandi fáa okkurt leskandi og søtt til góman.

Til hátíðardagin selur Strálan eisini venjingarútgerð, sum hevur staðið í fyrrverandi venjingarhølinum í bygdahúsinum. Av hesum kann t.d. nevnast tvær rógvimaskinur, súkkla, crosstrainer, steppari, ryggbonkur. Vegna plásstrot í venjingarhølinum í neystinum fer henda útgerð fyri hægsta boð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder