Innanlands

Nýggj ungdómsapp til norðoyingar: Tey ungu skulu hoyrast

– Hetta er kul og eitt gott amboð, sum vit vóna at ungdómurin í býnum fer at taka til sín, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík um appina LARMA

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2020-08-24 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú vilja vit hoyra tykkum ungu í Norðoyggjum. Vit hoyra ofta politikarar og onnur tosa um, hvønn tørv ungdómurin hevur og hvørjar hugsanir, tit hava um ymiskt. Men tey vaksnu eru ikki ung. Tað eru tit, og tí ynskja vit eisini at hoyra tykkara rødd. Vit vita, at tit hava hugsanir og meiningar um alt millum himmal og jørð, og tí vilja vit nú fegin geva tykkum orðið. Hvussu síggja tit heimin, tykkara framtíð og hvat hugsa tit um alt møguligt?

Við nýggju appini LARMA sleppa tit sjálvi til orðanna. Við appini fært tú millum annað atkvøtt í ymsum spurnarkanningum. Tín atkvøða er sjálvandi duld og eingin veit tí, hvør tú ert ella hvat svar júst tú hevur givið. Tað einasta, sum sæst, er samlaða úrslitið av spurnarkanningini.

Vit kunnu sjálvandi ikki lova, at tit altíð fáa tað júst soleiðis, sum tit vilja hava tað. Men við at siga tykkara hugsanir verður tað lættari hjá tykkum at verða hoyrd, og harvið eisini at fáa ávirkan á tað, sum viðkemur tykkum. Og tað kunnu tit gera við nýggju LARMA-appini! Okkara vón er tí, at øll ung í Norðoyggjum fara at taka appina til sín og fara at brúka hana.

Nýliga endurskoðaðu barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar Kommunu siga heilt greitt, at børn og ung skulu verða hoyrd, tá avgerðir verða tiknar, ið ávirka teirra lív og gerandisdag. Hesi virðini skulu tryggja, at øll vaksin, sum eru um tykkum ungu og børnini í Klaksvíkar Kommunu, stuðla tykkum í at mennast og at kenna tykkara rættindi og ábyrgd í okkara samfelag. Hetta virða vit í Klaksvíkar Kommunu og við LARMA-appini geva vit tykkum endiliga orðið. Tit fáa nú beinleiðis ávirkan og sleppa endiliga til orðanna. Í summum førum verða avgerðir enntá latnar beinleiðis til tykkum at taka, og er hetta eitt risastórt fet tann rætta vegin. Tað halda í hvussu so er vit, sum hava ment appina.

[object Object]

Eisini borgarstjórin, Jógvan Skorheim er spentur. Tá hann verður spurdur um appina, so sigur hann:

– Hetta er kul og eitt gott amboð, sum vit vóna at ungdómurin í býnum fer at taka til sín. Vit royna at bjóða teimum ungu inn í býráðshúsini og spyrja tey, hvat tey hugsa og meina, men kanska hetta amboðið fer at gera tað eitt sindur lættari, hóast vit enn ætla at bjóða ungdóminum á gátt.”

LARMA-appin er bygd á spurnarkanningar. So tá vit siga: “Kom og LARMA!”, so meina vit í veruleikanum: “Kom og atkvøð!”.

Mánadagin tann 24. august verður eitt postkort borið út í hvørt húsarhald í Norðoyggjum. Á postkortinum fært tú eina vegleiðing til, hvussu tú fyrstu ferð ritar inn á LARMA-appina. Á baksíðuni á postkortinum er eitt klisturmerki. Vit vóna, at tú tekur klisturmerkið av og smekkar tað á telduna hjá tær, á telefonina ella onkra
aðrastaðni, har tú heldur tað verða kul.

So. Halt eyga við postkassanum og tak postkortið, tá tað kemur. Tá fært tú at vita, hvussu júst tú eisini kanst byrja at LARMA!

– Húsið -Virkishús fyri ung og Ung í arbeiði í Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder