Innanlands

Nýggj vinnukavaraútbúgving í Føroyum

Útbúgvingin verður tøk frá komandi mánaði av. Talan er um føroyska útbúgving, sum hevur verið ávegis í langa tíð

(Mynd: Faroe Dive)

(Mynd: Faroe Dive)

2019-04-19 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í komandi mánaði hava føroyskir vinnukavarar fyri fyrstu ferð møguleika at útbúgva seg innan kaving við luftveitan frá vatnskorpuni í Føroyum.

Faroe Dive boðar frá, at fyrireikingarnar til hesa føroysku kavaraútbúgvingina hava verið í gongd í langa tíð. Útbúgvingin er ein av fortreytunum fyri, at føroyskir vinnukavarar kunnu gera seg galdandi í vinnum sum t.d. frálandvinnunum.

Nýggja útbúgvingin verður skipað í tøttum samstarvið millum føroysku kavaravinnuna og kavaraskúlan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder