
Arbeiðið at liðugtgera nýggju bátahavnina í Álakeri í Havn skal nú gerast liðugt.
Á fundi í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt mál, har mælt verður til at játta 25 milliónir krónur at gera bátahavnina lidna. Ætlanin er so at seta bátabrúgvar og -bummar í ordra í oktober.
Arbeiðið hevur gingið væl at gera bátahavnina í Álakeri, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Havnin skal rúma 230 bátum, og verður skipað við flótibrúgvum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.
Havnanevndin og fíggjarnevndin hava báðar tikið undir við málinum, sum kemur fyri býráðið í kvøld.
Arbeiðið at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festi til bátabrúgvar, hevur verið í gongd í eina tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald