![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað var í januar mánað, at Smyril Line byrjaði nýggju farleiðina millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Hirtshals við skipinum Akranes. Eftir eitt gott hálvt ár vísir farleiðin støðugan vøkstur á ferðsluni millum Vesturísland og Hirsthals, sigur stjórin Rúni Vang Poulsen við heimasíðuna hjá Hirtshals Havn.
Smyril Line hevur seinnu árini sett nøkur strategisk tiltøk í verk, sum hava ført reiðaríi á eina vakstrarkós, samstundis sum marknaðar økini stig fyri stig eru víðkað. Eftir at farleiðin til Rotterdam fyri fáum árum síðani kom, er Vesturísland nú komið á rutunetið í 2020.
Vit sóu møguleikarnir í, at opna ein ro/ro-farleið í Vesturíslandi, við tað at okkara førleikar á leys treylara ferðsluni kann veita eina kappingarføra vøru, sigur Rúni Vang Poulsen, sum leggur afturat, at marknaðurin hevur tikið væl undir við teirra tiltøkum. Rúni Vang Poulsen væntar, at menningin fer at halda fram við at vaksa.
Seinnu árini hevur Smyril Line gjørt eina røð av strategiskum tiltøkum, ið fremja eyðsýnda menning, ið umfatar bæði roknskaparúrslit og íløgur í farstøðir og førning.
Sum er liður í strategisku íløgunum hjá fyritøkuni varð ein flutningsfarstøð sett upp í Hirtshalts,har reiðaríi røkjur cross dockin av egnari ferðslu í Norðuratlanshavinum. Harafturat er eisini opið fyri samstarvi við aðrar fyritøkur, ið veita vøruflutning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald