Við støði í fakligum metingum av grundøkjunum og øðrum greiningararbeiði, hevur Landsstýrið mælt donsku stjórnini til, at nýggja fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, verður staðsett við Áir í Sunda kommunu. Danska stjórnin hevur tikið undir við tilmælinum og tí er nú endalig avgerð tikin um, at nýggja fongslið verður við Áir, skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.
Tilgongdin at byggja eitt nýtt og størri fongsul í Føroyum byrjaði í juni 2022, tá ið landsstýrið og danska stjórnin skrivaðu undir eina ætlanaryvirlýsing um at seta ferð á hesa tilgongd.
Við støði í nærri ásettum kravfestingum heitti Landsstýrið í mars 2023 á kommunurnar í Føroyum um at lata Landsstýrinum uppskot til staðseting av nýggja fongslinum. Inn komu 11 uppskot frá 9 kommunum.
Staðsetingin verður mett at vera væl egnað, tí hon er miðskeiðis í landinum og lætt atkomulig. Harumframt fer staðsetingin at hava við sær fleiri arbeiðspláss á staðnum og møguleika fyri øktum virksemi í økinum.
Hetta er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at byggja nýggja fongslið, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
– Vit hava í alt ov langa tíð havt eina skipan, har vit bæði útveita endurmenningina av innsettum til Danmarkar samstundis sum vit dupultrevsa føroyskar fangar við at senda teir av landinum. Tá ið fongslið við Áir stendur klárt, fáa vit munandi betri umstøður at fyribyrgja ringu ávirkanini, sum tað týðiliga hevur at senda føroyskar fangar til Danmarkar, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður.
Eisini danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, er glaður um, at avgerð er tikin um staðsetingina av nýggja fongslinum í Føroyum.
– Tað hevur leingi verið eitt stórt politiskt ynski frá føroyskari síðu, at føroyingar kunnu sita teirra dóm í Føroyum undir tíðarhóskandi umstøðum. Eg eri tí væl nøgdur við, at vit nú fáa tikið eitt týðandi stig á leiðini móti at seta á stovn nýtt fongsul í Føroyum, sigur hann.
Skal standa liðugt í 2029
Nýggja fongslið við Áir kemur í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali og skal eftir ætlan standa liðugt í 2029. Í varðhaldinum í Mjørkadali í dag sita sum meginregla bara persónar, sum hava fingið fongsulsdóm, styttri enn 18 mánaðir. Aðrir persónar mugu sum meginregla til Danmarkar at sita dómin.
Við nýggja fongslinum er ætlanin, at so at siga allir føroyingar skulu kunna sita dómin í Føroyum. Hetta kann hava stóran týdning fyri endurmenningina av tí dømda, tí nógv bendir á, at tað hevur ringa ávirkan á føroysku fangarnar at verða sendir til Danmarkar, har teir koma í samband við eitt meira rátt kriminelt umhvørvi. Harafturat er tað at verða sendur av landinum fyri at sita dómin eitt slag av dupultrevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald