Tilgongdin við hesi nýggju heildarverkætlan hevur meira enn eitt ár á baki. Hon byggir á eftirmeting av arbeiðinum av heildarverkætlanunum: Harðskapur í parlagi og nærsambondum fyri árini 2012-2016, Heildarætlan um kynsligan ágang fyri árini 2016-2020, umframt Harðskapskanningin frá 2020, sum varð løgd alment fram í mai 2021.
Arbeiðsbólkurin varð mannaður fyrstu ferð í november 2022, men arbeiðið varð steðgað, tá val varð útskrivað. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, tók tó alt fyri eitt fatur aftur á hesum arbeiði, og fekk í februar undirtøku í samgonguni til at halda á við arbeiðinum.
Fýra av stjórnarráðunum hava staðið fyri arbeiðinum, umboðað við hesum landsstýrisfólkum:
- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
- Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
- Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
- Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum
Í arbeiðsbólkinum, sum fór til verka í februar í ár, eru:
- Anna Katrin Matras, fulltrúi, Almanna- og mentamálaráðið, verkætlanarleiðari av Sig frá og forkvinna í arbeiðsbólkinum
- Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúi, Løgmálaráðið
- Høgni V. Warberg, fulltrúi, Barna- og útbúgvingarmálaráðið
- Kristianna Balle, fulltrúi, Heilsumálaráðið
Afturat arbeiðsbólkinum hevur verið knýttur ein politiskur fylgibólkur, við umboðum úr øllum flokkum. Umboðini eru hesi:
- Javnaðarflokkurin Hans Jacob Thomsen
- Fólkaflokkurin Elsebeth Mercedes Gunnleygdóttur
- Tjóðveldið Lilja Weihe
- Sambandsflokkurin Johan Dahl
- Miðflokkurin Steffan Klein Poulsen
- Framsókn Sólvit E. Nolsø
Hetta tíðarskeiðið, ið arbeiðsbólkurin hevur virkað, hevur í fyrstu syftu verið arbeitt við at fyrireika tilgongdina. Í tíðarskeiðinum mars-apríl 2023 hevur verið skipað fyri hoyringum við heili 32 partar. Talan hevur m.a. verið um partar á útbúgvingarøkinum, fakligheitir frá stovnsøkinum, heilsuøkinum, kommunala økinum, undirvísingarøkinum og við felagsskapir, ið hava eitt markamót beinleiðis til harðskapsøkið og føroysku harðskapsfakligheitina. Tað er í framhaldi av hesum, at hetta tilmælið við 20 átøkum er fyrireikað.
Samanumtikið byggja átøkini í hesi heildarverkætlanini víðari á bæði væleydnaðu royndirnar frá fyrru heildarverkætlanunum, á royndir, ið virksemið í Kvinnuhúsinum hevur ment innan harðskapsøkið í Føroyum, eins og frá royndum frá harðskapsøkinum uttanlands.
Tiltøkini eru skipað undir fimm høvuðsøkir:
Fyrsta økið, At upplýsa og fyribyrgja harðskapi, leggur seg eftir at fyribyrgja harðskapi við upplýsingarátøkum. Átøkini venda sær til børn, ung, vaksin og til útlendskar kvinnur.
Annað økið, Átøk, sum stuðul til harðskapsrakt, fevnir um átøk, sum í stóran mun skulu styrkja og menna verandi arbeiði innan harðskapsfakligheitina í Føroyum, eitt nú við at lógartryggja verandi mannagongdir, tilboð og tænastur hjá Kvinnuhúsinum.
Triðja økið, Átøk, ið venda sær til yrkisbólkar, hevur serligt fokus á at fáa ment samstarvið millum geirar, sum hava markamót til harðskapsøkið. Ein týðandi partur er her at fáa ment eitt mál um harðskap, sum ger tað møguligt at seta orð á harðskapin við øllum hansara brigdum.
Fjórða økið, Átøk at lætta um atgongdina til hjálp í sambandi við harðskapin, er grundað á eitt ynski frá nógvum av hoyringarpørtunum, sum vísa á tørvin á at skipa “inngongdina” til harðskapsøkið í eina Hjálparlinju/hotline-skipan við harðskapsfakligum førleika, sum er ætlað bæði harðskapsraktum, teirra avvarðandi, fakfólki og fremjarum.
Fimta økið, Átøk at stuðla vísindaligum kanningararbeiði innan harðskapsøki, er nýtt í føroyskum høpi, men er grundað á royndir frá grannalondunum um at raðfesta og menna vísindaliga partin av harðskapsfakligheitini.
Tiltakið verður í Almanna- og mentamálaráðnum, Eirargarður 2, í fundarhølinum við móttøkuna, mánadagin 28. august 2023 kl. 14.
Almanna- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald