2020-08-07 21:10

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt av øllum alvi við at gera nýggja kanningarmiðstøð klára á Eirargarði.
Tá hon er klár, verður ikki neyðugt við ávísing frá kommunulækna fyri at verða kannaður fyri koronu. Fólk skulu bara møta upp í bili og so verður testin tikin.
Eftir ætlan verður alt klárt mánadagin seinnapart, sigur Landssjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald