Innanlands

Nýggja kirkjan á Glyvrum fer at taka umleið tvey ár at byggja

Fyrsta flagið varð loyst týsdagin - sjálvt byggiarbeiðið byrjar 2. februar í 2026. Hetta verður fyrsta nýggja kirkjan í Føroyum síðani fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007

Fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin, Hans Jacob Lamhauge fekk heiðurin at loysa flagið. Og verkætlanin hevur kravt nógv av millum annað kirkjuráðnum (Mynd: folkakirkjan.fo)

Fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin, Hans Jacob Lamhauge fekk heiðurin at loysa flagið. Og verkætlanin hevur kravt nógv av millum annað kirkjuráðnum (Mynd: folkakirkjan.fo)

2025-11-13 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein stórur dagur á Glyvrum týsdagn, tá fyrsta flagið til nýggju kirkjuna á Glyvrum var koyst, og nógv fólk møttu eisn upp til almenna hátíðarhaldið.

Fyrrverandi kirkjuráðsformaðurin, Hans Jacob Lamhauge fekk heiðurin at loysa flagið. Og verkætlanin hevur kravt nógv av millum annað kirkjuráðnum.

- At tað nú er komið so langt, skyldast eitt miðvíst arbeiði frá bæði kirkjuráðnum á Glyvrum og teimum mongu, sum hava verið við í málinum, líka frá tí at tað byrjaði við eini arkitektakapping afturi í 2007 og til dagin í dag, skrivar folkakirkjan.fo

Árni Winther, arkitektur, vann kappingina, sum legði lunnar undir tað, sum arbeitt hevur verið við síðani, og byggir kirkjan á vinnandi uppskot hansara, hóast onkrar broytingar eru gjørdar á vegnum.

[object Object]Nógv fólk komið saman á almenna hátíðarhaldnum týsdagin (Mynd: folkakirkjan.fo)

Søgulig kirkjubygging
– Eitt, sum mær at síggja er sera dámligt, er tann umfatandi og virðismikla skipanin við sjálvbodnum arbeiði at gera ein part av byggingini, segði Eirikur í Jákupsstovu

Landsstýrismaðurn í mentamálum var ein av teimum, sum flutti fram røðu. 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, var ein annar. Hann fegnaðist við fólkinum á staðnum um, at hetta er fyrsta kirkjubygging í Føroyum síðani fólkakirkjan og alt lógarverk hennara í 2007 kom á føroyskar hendur.

– Hesa søguligu fagnaðarløtu verður staðfest, at tann verkliga byggingin av nýggjari kirkju er byrjað, tí nú verður sjálvt byggimálið ella sjálv byggingin veruleiki, segði hann og nevndi drúgvu og miðvísu tilgongdina.

Liðug tíðliga í 2028

Hemasíðan hjá Fòlkakirkjuni skrivar, at ein tíma undan almenna hátíðarhaldinum var ein lítil samkoma fyri kirkjuráðnum, kirkjutænarum og innbodnum, har tveir høvuðssttmálar vórðu undirskrivaðir. Annar við SNA Arkitektar og hin við J&K Petersen.

– Hetta er eitt stórt og eitt serligt prosjekt, tí kirkjur hava sín egna samleika. Vit hava roynt at verið trúgv móti tí upprunaliga uppskotinum, har tað serliga er sjálvt kirkjurúmið, ið myndar hesa kirkjuna, sigur Selmar Nielsen, stjóri í SNA Arkitektar.

[object Object]Mynd: folkakirkjan.fo

Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen, vísti á, at kirkjur eru meira enn bara ein bygningur, og at tað tí er ein stórur heiður at sleppa at vera við í einum verki, ið hevur so djúpan týdning:

– Okkara uppgáva er ikki bara at reisa veggir og tekju, men at skapa eitt stað, sum er eitt trygt og friðsælt rúm, ið fer at tæna fólkinum í mong ár fremeftir. Í felag fara at byggja eina kirkju, sum bæði speglar okkara handverk og okkara felags virði, segði hann.

Sjálvt arbeiðið at byggja nýggju kirkjuna á Glyvrum fer í gongd 2. februar næsta ár, og sáttmálaskeiðið er 24 mánaðir.

Tað merkir, at 1.140 fermetra stóra kirkjan, ið tekur um 700 fólk og kostar 107 milliónir krónur, stendur ætlandi liðug tíðliga í 2028.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder