
Tíðliga í ár bar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eitt ríkislógartilmæli um nýggja politilóg í Løgtingið.
Yvirskipaða endamálið við lógaruppskotinum var at fáa eina nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá politinum í Føroyum, ið skal styrkja um rættartrygdina.
Nú er nýggja politilógin fyri Føroyar lýst, og hon kemur í gildi á nýggjárinum. Tað skrivar kvf.fo.
Við nýggju lógini verður greitt ásett, hvørji stig politiið kann taka fyri at tryggja, at skil og rættlag valdar, og við lógini fær politiið í Føroyum eisini eitt greiðari grundarlag at virka á, sambært løgmanni.
Galdandi lóg er frá 2004. Hon verður avloyst 1. januar, og tá verður kemur lógin um fregnartænastuna hjá politinum eisini í gildi í Føroyum. Tað er sonevnda PET-lógin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald