
Flekk gongur kvøldtúr
Flekk tjaldar í urtagarðinum, og tað er næstan songartíð – men hann er ikki troyttur enn!
Kom við honum á kvøldtúr og finn ymiskt stuttligt á túrinum.
Legg lummalyktina ímillum síðurnar fyri at lýsa á myndirnar og finna øll tey fjaldu djórini.
Eric Hill skrivaði og myndprýddi, og Markus Hammer týddi úr enskum.
Bókin er pappbók við pappírslummalykt at leggja millum síðurnar, 12 síður og til børn umleið 0-1 ár.
Fívil – Leita og finn – Djór
Finnur tú Fívil á øllum myndunum?
Kom við Fívli at leita eftir vinum í frumskóginum!
Lær nógv spennandi um allar vinirnar hjá Fívli. Bókin er full í ymiskum, sum tú skalt finna, og smálutum at leggja til merkis.
David McKee skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum.
Bókin er pappbók, 22 síður og til børn umleið 2-3 ár.
Pippi skipar fyri útferð
Tummas og Annika hava frí úr skúlanum, og hvat er tá betri enn at fara útferð? Pippi pakkar eina kurv við mati og so fara tey avstað. Men knappliga er Nilli horvin. Tey leita og leita, men finna hann ikki. Men tey finna okkurt annað: Ein óðan tarv! Og hann rennur beint ímóti Tummasi. Men tíbetur veit Pippi, hvussu mann handfer óðar tarvar!
Astrid Lindgren skrivaði, Qvisten Animation hevur staðið fyri myndprýðingunum, og Turið Sigurðardóttir týddi úr svenskum. Bókin er innbundin myndabók, 40 síður og til børn umleið 4-7 ár.
Wimpy Kid – Dagbókin hjá einum vussi – Hundalív
Tað er summarferia – veðrið er gott, og øll hava tað stuttligt úti. So hvar er Greg Heffley? Inni og spælir telduspøl við gardinunum fyri. Greg, sum sjálvur sigur seg vera ein “innandurapersón”, útlivir sín størsta summardreym: onga ábyrgd og ongar reglur. Men mamma Greg hevur eina aðra mynd av einum fullkomnum summari ... sum er fult av útilívi og “familjusamveru”.
Hvør dreymur fer at vinna? Ella fer ein nýggur familjulimur kanska at broyta alt?
Jeff Kinney skrivaði og myndprýddi, og Jóhanna H. Wolles týddi úr enskum. Bókin er heft, 218 síður og til børn umleið 8-12 ár.
Lortaposi
Antin ert tú við ella ikki. Kom við mær á hesa lortaferð ella hoppa av nú. Tað er títt val. Hey, í minsta lagi hevur tú eitt val.
Tá Freya smellur um og vaknar við einum stomiposa á búkinum, fara dreymarnir um tað perfekta summarið í vesikummuna. Í staðin fyri at hugna sær við vinunum í Portugal, verður hon send á “kukkilegu“ – eitt stað fyri børn og ung við tarmsjúkum at skapa ”samanhald”.
Kann tað blíva verri? Ja. Ja, tað kann tað. Onkur er farin at kalla hana ”Lortaposi” ... og tað hongur við. Freya ger av at liva upp til eyknevnið, er í øðini inn á vinirnar, eks-sjeikin og heimin. Tað virkar, sum um Chris frá leguni er tann einasti, sum sær ígjøgnum hennara nýggja verumáta ...
Kann Freya fáa skil á sínum lorti? Ella endar hon við at vera einsamøll við sínum posa?
Xena Knox skrivaði, og Tóri Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er heft, 220 síður og til ung, 13 ár og eldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald