Nýggjar samráðingar í morgun

Í gjárkvøldið slitnaðu samgongusamráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Í morgun roynir Aksel V. Johannesen eina nýggja samanseting millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur í fyrstu atløgu roynt at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn. Tað miseydnaðist. Nú roynir hann Tjóðveldi og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur í fyrstu atløgu roynt at skipa samgongu við Sambandsflokkin og Framsókn. Tað miseydnaðist. Nú roynir hann Tjóðveldi og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-14 06:50 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Mánamorgunin varð Aksel V. Johannesen útnevndur sum samráðingarleiðari og hevur sostatt fingið møguleika at royna at skipa nýggja landsstýrissamgongu.

Í Føroyum hava vit siðvenju fyri meirilutasamgongum. Ymsar møguleikar eru at seta flokkar saman, soleiðis, at ein samgonga hevur minst 17 tingfólk, sum er tað sum skal til fyri at hava meiriluta.

Men tað eru mest tvær samansetingar, sum hava verið nevndar seinastu dagarnar. Ein svarar til samgonguna árini 2015-19, t.e. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum hevði havt 18 tingfólk. Hin er millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, sum hevði havt 19.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vísti, eins og tey flestu, á Aksel V. Johannesen, formann Javnaðarfloksins sum samráðingarleiðara. Og hon legði afturat, at hon vildi royna eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, tí hon ynskti at koma burtur frá tó blokkpolitikki, sum hevur verið í føroyskum landspolitikki seinastu valskeiðini.

Tann samgongusamansetingin hevur verið roynd síðan seinrapartin mánadagin. Men í gjárkvøldið slitnaðu tær samráðingarnar, tí at Sambandsflokkurin og Framsókn ikki kundu semjast um donsku ríkisveitingina.

[object Object]Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum í løgtinginum beint eftir at samráðingarnar vóru slitnaðar (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen hevur sagt við Kringvarpið, at nú fer hann at royna aðrar samráðingar við øðrum flokkum í morgun. Hann legði afturat, at hann í gjárkvøldið fór at tosa við Tjóðveldi. Í gjárkvøldið segði Aksel við Norðlýsið, at hann í morgun skuldi á fund við Tjóðveldi og Framsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder