Súkklurnar, sum m.a. skulu brúkast í sambandi við Ung í arbeiði (UíA) verkætlanina í Klaksvík, eru nú klárar. Hetta fer at seta ein serligan dám á býarmyndina í summar.
Umhvørvisnevndin í Klaksvíkar kommunu játtaði í heyst at keypa súkklur, sum skulu brúkast til grønar verkætlanir hjá kommununi.
Í fyrstu atløgu fara súkklurnar at verða knýttar at UíA verkætlanini, sum m.a. fer at lætta um hjá teimum ungu, sum í summar fara at arbeiða hjá býargartnaranum. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini fegnast um hetta átakið, sum er til gagns fyri umhvørvið, men sum eisini slóðar fyri einum nýggjum hátti at flyta amboð og seg sjálvan frá a til b, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Við súkklunum, sum eru væl útgjørdar við m.a. el-motori, kunnu ungu arbeiðsfólkini hava amboðini við sær, tá ið tey fara til arbeiðis. Ungu starvsfólkini fáa størri ábyrgd, og er hetta eisini eitt av endamálunum við UíA verkætlanini, sigur Kristian Eli Zachariasen, sum saman við Beintu Klakstein, forkvinnu í Trivnaðarnevndini hava royndarkort súkklurnar í dag. Beinta leggur afturat, at hendan verkætlanin ber boð um, at menningin av UíA avgjørt er burðardygg.
Gongur væl at fáa ung til arbeiðis
Tá ið nýggja heimasíðan lat upp 15. mai, vóru 15 arbeiðspláss við í UíA verkætlanini. Síðani eru 9 nýggj arbeiðspláss løgd afturat, og arbeiðið at fáa samstarv í lag við enn fleiri starvspláss heldur fram.
-Eg fegnist um, at fyritøkur duga at síggja virðið í at vera við í verkætlanini hjá Ung í arbeiði. Tað er sera gott, at leiðarar leggja orku í at bjóða teirra arbeiðspláss fram og at læra tey ungu grundleggjandi førleikar á einum arbeiðsplássi. At tað eru so nógv ymisk arbeiðspláss, ið eru við í verkætlanini, fer vónandi at hava við sær, at tey ungu fáa eyguni upp fyri tí margfeldni, sum er á arbeiðsmarknaðinum, sigur Durita Samuelsen, verkætlanarfólk hjá UíA.
Umframt øll tey, sum meldaðu seg til beinanvegin, koma framvegis tilmeldingar inn í skipanina. Hesi ungu verða síðani boðin til eina samrøðu í Íverksetarahúsinum. Eisini skal sigast, at tey arbeiðspláss, ið vóru við frá byrjan eru næstan fullsett, og tí er eingin trygd fyri at tey, ið melda seg til nú fáa arbeiði beinanvegin. Frá Ung í Arbeiði verður sagt frá, at arbeitt verður av øllum alvi fyri at skapa ein arbeiðsmøguleika til øll tey, sum leita eftir einum frítíðararbeiði, og harvið stuðla teimum ungu, ið ynskja at stíga inn á arbeiðsmarknaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald