Á middegi í dag verður møguleiki at ogna sær atgongumerki til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri.
Vanliga plagar gravgangur at vera um atgongumerkini, sum ofta eru útseld eftir stuttari tíð.
Tær báðar konsertirnar næsta ár verða fríggjakvøldið 10. og leygarkvøldið 11. januar, báðar dagarnar klokkan 19.
Tvey føroysk verk verða á skránni í ár. Atli Petersen hevur skrivað eina Fanfaru, sum eitur Klovin Klettur, og Ísak N. Jacobsen hevur skrivað ein Tango, hann kallar "Tango vónir".
Ísak sigur, at tá ið hann og konan byrjaður at dansa tango, fann hann út av, at hetta ikki var so lætt, sum hann helt. Hann kallaði tí lagið ”Tango vónir”, tí hann hevur góðar vónir um, at tað verður framgongd í tangodansinum hjá honum og konuni.
Tveir russiskir sangsolistar vera við á konsertini hesaferð. Hesafer kemur vitjanin úr Mariinsky Operahøllini í St. Patursborg, Yekaterina Solovyova, sopran og Sergei Semishkur, tenor.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald