Innanlands

Nýggjur bátadráttur gerast í Leirvík

Sáttmálin við Kanjon og KSS varð undirskrivaður í gjár

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, og Kjartan Hansen, stjóri á Sp/f Kanjon, undirskriva avtalu um arbeiði til nýggjan bátadrátt í Leirvík (Mynd: Eystur Kommuna)

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, og Kjartan Hansen, stjóri á Sp/f Kanjon, undirskriva avtalu um arbeiði til nýggjan bátadrátt í Leirvík (Mynd: Eystur Kommuna)

2019-12-18 16:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður við Kanjon og KSS um arbeiði at gera ein nýggjan bátadrátt í Leirvík. Bátaeigarar kunnu sostatt síggja fram til at fáa munandi betri umstøður til at draga bátar sínar upp á turt. Møguleiki er eisini at hála bátin upp og gera lætt viðlíkahaldsarbeiði, meðan báturin stendur á bátadráttinum.

Sp/f Kanjon ger jørð-, betong- og el-arbeiðið, meðan KSS tekur sær av stálarbeiðinum. Byrjað verður um hálvan januar, og eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt fyrst í september 2020. Arbeiðið er mett at kosta tilsamans 3 mió. kr.

Bátadrátturin verður har, sum gamla bátabrúgvin lá, millum kaiina og nýggja fjøruvegin.

Eystur Kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder