Uttanlands

Nýggjur ebolatilburður staðfestur í Fólkaræðislýðveldinum Kongo

Eftir 52 dagar uttan nakran nýggjan tilburð, helt stýrið í Fólkaræðislýðveldinum Kongo annars, at ebolaútbrotið var yvirstaðið

Tíverri merkir hetta, at stýrið í Fólkaræðislýðveldinum Kongo ikki kann boða frá, at útbrotið er yvirstaðið, sum annars var ætlanin at gera mánadagin, sigur aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus (Mynd: EPA)

Tíverri merkir hetta, at stýrið í Fólkaræðislýðveldinum Kongo ikki kann boða frá, at útbrotið er yvirstaðið, sum annars var ætlanin at gera mánadagin, sigur aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus (Mynd: EPA)

2020-04-11 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkaræðislýðveldið Kongo hevur nú skrásett enn ein tilburð av ebola í eystara partinum av landinum eftir at eingin nýggjur tilburður hevði verið staðfestur í seks vikur.

Stýrið í landinum var annars til reiðar at boða frá, at ebolaútbrotið var yvirstaðið, eftir at eingin nýggjur tilburður hevði verið staðfestur í 52 dagar. Men fríggjadagin var enn ein tilburður so staðfestur.

– Tíverri merkir hetta, at stýrið í Fólkaræðislýðveldinum Kongo ikki kann boða frá, at útbrotið er yvirstaðið, sum annars var ætlanin at gera mánadagin, skrivar aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, á Twitter, har hann leggur afturat, at tey høvdu væntað fleiri tilburðir og vóru fyrireikað uppá hetta.

Tað er tó ikki óvanligt, at einkultir tilburðir afturat verða staðfestir, og hetta merkir ikki neyðturviliga, at landið verður rakt av einari nýggjari bylgju.

Síðan august 2018 hevur ebolaútbrotið kravt fleiri enn 2.200 mannalív í Fólkaræðislýðveldinum Kongo. Talan er um næstringasta útbrotið, landið nakrantíð hevur upplivað, skrivar Ritzau.

Umframt ebola, er Fólkaræðislýðveldið Kongo, eins og restin av heiminum, rakt av koronasmittuni. Har eru 223 tilburðir skrásettir higartil, sambært Johns Hopkins University. Tó verður roknað við, at myrkatølini eru høg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder