Innanlands

Nýggjur føroyskur rættstavari verður til reiðar í komandi mánaði

Tað er Føroyamálsdeildin, sum í samstarvi við universitetið í Tromsø, hevur ment rættstavaran. Hann kennir munandi fleiri orð enn tann undanfarni

setur.fo

setur.fo

2020-07-03 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Nýggi føroyski rættstavarin kennir munandi fleiri orð enn tann undanfarni, og hann er bygdur á ein hátt, sum við tíðini fer at gera hann føran fyri at skilja mállærureglurnar í føroyskum. Umframt at kenna eini 300.000 orð dugir tann nýggi stavarin at skyna á orðaflokkum, bendingum o.s.fr., tí hvørt einstakt orð í honum er málfrøðiliga markað (“tagged”).

Soleiðis skrivar Fróðskaparsetur Føroya millum annað um nýggja rættstavaran, ið er mentur av Føroyamálsdeildini í samstarvi við universitetið í Tromsø (UiT)

Tað verður ikki beinanvegin, at hann fer at rætta bendingarvillur, og tað er ikki heilt enn, at rættstavarin verður tøkur - tað verður 20. august, at almenningurin sleppur at síggja og nýta hann. Rættstavarin verður tøkur á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum, og hann kennir munandi fleiri orð enn tann undanfarni

Menningin er framvegis í gongd, og rættstavarin er longu munandi betri og tækniliga meira framkomin skrivar setur.fo. Hann brúkast í fleiri forritum og á fleiri ymiskum teldum, men tó loyva teldurnar ið nýta Chrome, ikki rættstavaranum framat.  Arbeitt verður støðugt við øllum slíkum avbjóðingum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya, ið ynskir at framhaldandi menningin av rættstavaranum eftir ætlan fer fram í samskifti við brúkararnar, sum fara at kunna senda viðmerkingar og rættingar á teldupostadressuna hjá rættstavaranum.

Gott samstarv við Tromsø

Føroyamálsdeildin hevur fíggjað arbeiðið við rættstavaranum við stuðli úr Orðabókagrunninum og einari serligari játtan á 200.000 krónur, sum Mentamálaráðið fekk til endamálið. Eitt verkætlanarsett starvsfólk á Føroyamálsdeildini hevur burturav arbeitt við rættstavaranum, og málfrøðingarnir á deildini hava givið ráð og tikið sær av málfrøðiliga partinum.

Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildina, sigur við setur.fo, at samstarvið við universitetið í Tromsø hevur verið fyrimyndarligt, og at arbeiðið við rættstavaranum hevur týdning sum liður í menningini av máltøkniligari gransking og undirvísing á hægri stigi í Føroyum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder