Innanlands

Nýggjur havnameistari í Vági

49 ára gamli Tórálvur Holm í Trøðini er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu 21 árini siglt við Maersk – Hann byrjar í starvinum 25. september

(Mynd: Vagur.fo)

(Mynd: Vagur.fo)

2023-09-23 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs Býráð hevur avgjørt at seta Tórálv Holm í Trøðini í starvið sum nýggjur havnameistari í Vágs Havn. Hann byrjar í starvinum 25. september, boðar Vágs kommuna frá.

Tórálvur er 49 ár og búsitandi í Vági. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur seinastu 21 árini silgt við Maersk, harav síðstu átta árini sum skipari hjá Maersk Tankers. Á síni starvsleið hevur Tórálvur fingist við ma. leiðslu, fyrisiting og rakstur og viðlíkahald, har atlit vóru til burðardygd, skrivar kommunan.

Tað var í juni, at Vágs kommuna søkti eftir nýggjum havnameistara til Vágs Havn, tí verandi havnameistari, Hans Jacob Bech fór frá í august vegna aldur. Tá freistin at søkja var farin, vóru tríggjar umsóknir innkomnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder