Innanlands

Nýggjur kommunulækni í Vági

Á Heilsumiðstøðini í Vági verða báðar læknaviðtalurnar mannaðar við føstum kommunulæknum frá 1. juni

2024-05-27 11:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dávið Guðnason, kommunulækni, byrjar í føstum starvi í læknaviðtalu 2.

Dávið er útbúgvin frá Odense Universiteti og hevur síðani lært til kommunulækna í Føroyum. Dávið kennir frammanundan til Vág og Suðuroynna, tí konan er ættað úr Vági og hann hevur fyrr røkt kommunulæknastarv í oynni.

Vágs Kommuna kann upplýsa, at býtið av borgarum, sum koma til at hoyra til læknaviðtalu 1 og læknaviðtalu 2, hendir sjálvvirkandi.

Í læknaviðtalu 1 starvast Dorrit Bech Joensen, kommunulækni.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder