Innanlands

Nýggjur líkvognur í Klaksvík

Aftaná 20 ár var tíðin komin at skifta bilin út

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2025-07-04 16:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi í dag kom nýggi líkbilurin til Klaksvíkar. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Leiðarin í Kirkjugarðinum, Jakobina Joensen, sigur, at hetta arbeiðið hevur verið drúgt, og tí er kenslan ómetaliga góð, nú nýggi bilurin er komin.

- Gamli líkbilurin hevur tænt arbeiðinum væl, men aftaná 20 ár var tíðin komin til at skifta bilin út, sigur hon.

- Ein slíkur bilur er heldur ikki lættur at fáa fatur á. Krøvini til bilin eru høg, teknologiin framkomin og fyritøkurnar, sum framleiða líkbilar, fækkast. Í øllum førum um okkara leiðir, sigur Jakobina Joensen.

- Tað kann tykjast óneyðugt at gera eina íløgu í ein bil, sum man vónar bara koyrir hægst neyðugt, men tað hevur týðning, at júst hesin seinasti túrurin verður koyrdur í virðiligum umstøðum, sigur Jakobina Joensen.

Bæði starvsfólk í kirkjugarðinum og Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, hava verið partur av hesi tilgongdini. Tey eru væl nøgd við bilin, og vóna sjálvsagt at bilurin fer at roynast væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder