Innanlands

Nýggjur nevndarformaður í P/F Net

Jakob Dirksen, sum hevur drúgvar royndir á fjarskiftisøkinum, er nýggjur nevndar formaður í P/F Net. Hann tekur við eftir Hákun Steingrímsson, ið andaðist í síðstu viku, og sum hegnisliga røkti hetta starvið í fleiri ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-15 09:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nevndin í P/F Net hevur skipað seg við Jakob Dirksen sum nevndarformanni, eftir at eykaaðalfundur var í P/F Net í gjár. Mimi Steintórsdóttir heldur fram sum næstforkvinna í nevndini.

Jakob Dirksen, sum er útbúgvin sivilverkfrøðingur, hevur drúgvar royndir í fjarskiftisvinnuni – m.a. sum ráðgevi og sum leiðari á tekniskum infrakervisvirkjum og innan net- og trygdarstrategi. Hann hevur havt leiðandi starv innan virkisøkið, “Tøkni- og Strategi” hjá TDC NET í Danmark, har hann hevur staðið á odda fyri bæði 5G-útbyggingum, fipurverkætlanum og stórum umleggingum av net- og rakstrarstrukturum. Sostatt hevur hann stórt tøkniligt innlit í 5G-farnetið, sum í næstum formliga verður flutt úr P/F FT Samskifti yvir í P/F Net, og fipurnetið, ið P/F Net framhaldandi fer at byggja út komandi árini.

Jakob Dirksen hevur eisini áður verið fakligur ráðgevi hjá Føroya Tele. Sostatt hevur hann sum serfrøðingur eina dygga fatan av, hvussu føroyski fjarskiftismarknaðurin er samansettur, har hann saman við restini av nevndini og dagligu leiðsluni skal tryggja, at P/F Net á neutralum grundarlagi gevur øllum fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til føroyska fjarskiftiskervið.

Sorgarkent formansskifti
Boðað var frá eykaaðalfundi í P/F Net, eftir at syrgiligu boðini bórust í síðstu viku, at Hákun Steingrímsson, sum var nevndarformaður, var deyður einans 61 ára gamal.
Jakob Dirksen tekur við eftir ein nevndarformann, sum hevði eitt djúptøkið innlit í føroyska fjarskiftisheimin. Hákun Steingrímsson gav í mong ár á hegnisligan hátt sítt stóra íkast til bæði P/F Net og Føroya Tele samtakið sum heild. Hann var í fleiri ár formaður í samtaksnevndini í Føroya Tele – og eftir ein steðg í nevndararbeiðinum var hann nøkur ár seinni valdur til nevndarformann í P/F Net. Hetta starvið røkti hann við neyvleika og eldhuga, til hann noyddist at lúta fyri herviligari sjúku.

Bjarni Arnason, samtaksformaður í Føroya Tele, takkar vegna alt samtakið Hákuni Steingrímssoni fyri hansara stóra arbeiði:

- Vit eru djúpt takksom fyri tey avrik, sum Hákun Steingrímsson leggur eftir seg í Føroya Tele. Hansara arbeiði og dugnaligu leiðslueginleikar vóru merkt av ábyrgd, vísdómi og virðing fyri samtakinum og tess týðandi leikluti í føroyska samfelagnum. Tankar okkara eru hjá familjuni og teimum, sum stóðu honum nær. Hákun Steingrímsson verður mintur við virðing og djúpum takksemi, sigur Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini.

Í Nevndini í P/F Net eru Jakob Dirksen, formaður – Mimi Steintórsdóttir, næstforkvinna – Símun Skaalum, nevndarlimur – Gudny Langgaard, nevndarlimur – Rúni Árting, starvsfólkavaldur nevndarlimur – Niels á Reynatúgvu, starvsfólkavaldur nevndarlimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder