“Særd” eitur nýggjur sangur, sum í dag er komin út við sangaranum Marner av Lofti.
Marner er føddur og uppvaksin í Tórshavn, og hevur verði virkin tónleikari í meira enn 30 ár. Í Føroyaum er hann nokk mest kendur, sum ein fjórðingur av bólkinum “4”, sum fyri nøkrum árum síðani gav út fløguna “Her er Løtan”.
Marner, sum hevur búð í Danmark í 30 ár, og hevur gjøgnum árini skriva og útgivið fleiri føroyskar sangir. Marner er dag virkin tónleikari í Danmark.
Nýggi sangurin “Særd” er skrivaður við útgangsstøði í einari vanlukku, sum fór fram í Havn 1. november 1969. Har mistu níggju børn síni foreldur - nærmast í somu løtu. Yngsta barn var 8 ár, elsta 19.
Í sanginum er tað eitt ella fleiri av børnunum, sum nú eru vaksin, ið minnast aftur á hesa vanlukku, ið rakti teirra familju so meint. Sangurin er eisini søgan um, at tey nærmastu standa saman og hjálpa, tá harðast leikar á
Marner og Kemm Poulsen, sáli, hava skrivað orðini, og Marner gjørt lagið. Hans Poulsen framleiddi, og Tutl gevur út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald