
Í sambandi við, at Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, hevur Vága kommuna, saman við Flogbóltssambandi Føroya, gjørt av at gera ein strandaflogbólts vøll á Valloyruni í Sandavági. Útgrevsturin er longu byrjaður, og væntast arbeiðið at vera liðugt síðst í august mánaði. Vága kommuna takkar Flogbóltssambandi Føroya og formanninum, Peter Holm, fyri góða ráðgeving og samstarv í samband við hesa verkætlanina.
Endamálið er at betra um karmarnar fyri ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi Oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroyttari og livandi ítróttaumhvørvi í kommununi. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum og skal tryggja góðar umstøður bæði til kappingar og venjingar.
Hetta er samstundis eitt stig ímóti at menna og styrkja flogbóltin í Vágum. Í hesum sambandi gleðist kommunan eisini um, at trý ung fólk úr Vágum í hesum døgum hava umboða Føroyar á U18-landsliðunum í strandaflogbólti, uttanlands. Talan er um Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, og Óla Kluftá Hvítklett úr SÍ. Hetta vísir, at áhugin og førleikastøðið á økinum er vaksandi, og at ungdómurin fær ágóðan av góðum ítróttarkørmum og felagsskapi í kommununi.
Við hesum fær Vága kommuna ein týðandi leiklut sum vertur fyri ikki færri enn trimum ítróttargreinum til Oyggjaleikirnar í 2027 – strandaflogbóltur í Sandavági, bogaskjóting í Miðvági og flogbólti á Giljanesi. Hetta er ein gyltur møguleiki at vísa fram bæði góðar og náttúruvakrar umstøður, umframt eitt virkið og framfýsið ítróttarlív í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald