Mentan

Nýggjur útvarpsleikur í útvarpinum í desember

Fornt er heitið á útvarpsleiki í átjan pørtum, sum Kringvarpið sendir í útvarpinum jólamánaðan

(Mynd: Kringvarp Føroya)

(Mynd: Kringvarp Føroya)

2020-11-27 16:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum. Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra.

Eiri, sum gongur í 6. flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Við Eira skilja vit, hvussu dragandi telduheimurin kann vera. 

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini. Talan er um tveir sangir og eitt eyðkennislag. Eitt verk eftir Atla Petersen setir sín serliga dám á næstseinasta part.

Til útvarpsleikin hevur Nám gjørt undirvísingartilfar, soleiðis at tað ber til hjá næmingum at fara inn á Snar.fo gerandismorgnar í desember. Útvarpsleikurin - Fornt er at hoyra hvønn gerandismorgun klokkan 7.15, og er at finna á kvf.fo/vit/fornt ella við at trýsta á Kuldakrákuna.

Kom við Eira á ferð og lurta eftir Fornt, ið kann nýtast uttan skíggja, tú kanst eta morgunmat, koyra bil og allar myndirnar koma ókeypis í høvdið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder