Komandi mánaðarskifti juli tekur Eyðhild Mørk við starvinum, sum leiðari í nýggju eindini á barna- og ungdómsøkinum hjá Vágs Kommunu. Nýggja eindin fevnir um Sóljuna, ið er børn í forskúlaaldri, frítíðarskúlan og ungdómshúsið.
Í vár søkti Vágs Kommuna eftir nýggjum leiðara til barna- og ungdómsøkið. Hetta var í samband við, at barna- og ungdómsøkið hjá kommununi bleiv deilt í tvær eindir – eindin til børn undir forskúlaaldur, ið fevnir um barnagarðin Eikilund, og eindin til børn í og yvir forskúlaaldur, sum fevnir um Sóljuna, frítíðarskúlan og ungdómshúsið.
Vágs Kommuna hevur avgjørt at seta Eyðhild Mørk í starvið, sum leiðari á barna- og ungdómsøkinum við ábyrgd av Sóljuni, frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum.
Eyðhild er 52 ára gomul og starvast í dag á barna- og ungdómsøkinum hjá Vágs Kommunu, sum varaleiðari. Eyðhild er útbúgvin BA námsfrøðingur frá Pædagoguddannelsen Nordsjælland, og hevur m.a. starvast sum námsfrøðingur, dagrøktarleiðari og varaleiðari seinastu fimm árini, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald