Innanlands

Nýskapan í ferðavinnuni í Nólsoy

Í januar 2021 fara Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Nólsoy at arbeiða við at brynja ferðavinnuna í Nólsoy til komandi ferðavinnuár

2020-11-07 13:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni, sum hevur stimbrað undir menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Átakið fer hesaferð at snúgva seg um menning av ferðavinnu í Nólsoy.

Endamálið við Nýskapan í ferðavinnuni er at eggja íverksetarar til nýhugsan á ferðavinnuøkinum og at stuðla menningini av fyritøkum, ið reka ferðavinnuvirksemi í Nólsoy. Ein ferðavinnuætlan er gjørd fyri Nólsoy, og er hetta íverksetaraátakið í tráð við visjónina fyri oynna, sum er at menna eitt burðardygt ferðavinnugrundarlag, sum skapar virði fyri borgarar og ferðafólk.

Nýskapan í ferðavinnuni er skipað sum ein íverksetaradíkjari, á enskum nevnt “startup accelerator programme”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari merkir, at verulig ferð verður sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanirnar fáa seks skraddaraseymaðar vikur við ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum og sparring við fremstu serfrøðingarnar innan ferðavinnu. Luttakararnir fáa harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.

Nýskapan í ferðavinnuni byrjar 18. januar 2021 og heldur fram í 6 vikur. Málbólkurin er ferðavinnufyritøkur, íverksetarar og annars øll í Nólsoy, ið ynskja at byrja ferðavinnuvirksemi.

Hósdagin 12. november frá kl. 13:30 – 15:00 verður kunnandi fundur í Maggies í Nólsoy. Áhugað verða biðin um at tekna seg til kunningarfundin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder