Innanlands

Nýskipan og tað nýggjasta um Suðuroyartunnilin í Stjórnini

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen fara saman við Árna Gregersen at viðgerða hetta. Tað verður stutt eftir klokkan 17 á FM1

Nógv at tosa um aftur í dag í rásarúminum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nógv at tosa um aftur í dag í rásarúminum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-12 15:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hendir nógv á politiska pallinum í Føroyum, og tískil er nóg mikið at taka fatur á hjá "Stjórnini" á FM1 í dag.

Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen fara saman við Árna Gregersen at viðgerða serliga nýskipanirnar og ávirkan teirra á politisku skipanina. Eitt lægri tal av landsstýrisfólki og aðalstjórum, og kanska serliga framferðarhátturin, hevur skapt nógv alment kjak.

Hoyr samrøðu við Ben Arabo um hetta

Suðuroyartunnilin fyllur sjálvandi nógv, og valda linjuføringin - 1A - hevur skapt nógva mótstøðu. Serliga á Sandi og hjá náttúruverndarfelagskapnum men nú setur Sambandsflokkurin eisini stór spurnartekin. Løgmaður hevur í skrivandi stund fund við umboð fyri allar politisku flokkarnar um støðuna.

Les eisini: Flokkarnir skulu aftur fundast - ikki fult upplýst grundarlag

Sendingin byrjar beint eftir tíðindini klokkan 17.

Lurta á FM1 her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder