“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er heitið á einrøðuleikinum – monologinum – sum Jógvan Andrias Joensen fer at framføra í næstum.
Ria Tórgarð hevur skrivað, pallsett og leikstjórnað einrøðuleikin.
“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er søgan hjá Jógvan Andriasi, um hvussu hann alt lívið, hevur drigist við og kent fylgjurnar av, at hann sum smádrongur bleiv sendur til Danmarkar á sjúkrahús fyri at fáa viðgerð fyri ein mjadnafeil.
Jógvan Andrias fekk staðfest mjadnasjúkuna Calve Perthes tá hann var trý ára gamal og bleiv sendur til Danmarkar at fáa viðgerð á Refsnæs Kysthospital.
Hann var heimanífrá í góð tvey og eitt hálvt ár, frá hann var trý til hann var seks ára gamal.
Hann minnist onki frá tíðarskeiðinum, hann var innlagdur í Danmark, men hevur alt sítt vaksna lív kent á sær, at okkurt manglar, okkurt er blivið burtur úr hansara barndómi. So nógv, sum ongantíð er blivið sagt ella viðgjørt, og sum hann beinleiðis kann tengja saman við tíðarskeiðið, hann er burtur frá heiminum, foreldrum og systkjum í Klaksvík.
Í dag er Jógvan Andrias 61 ára gamal og til reiðar at siga sína søgu.
Søga hansara er eisini søgan hjá øllum teimum mongu, sum á onkran hátt hava livað við og kent fylgjurnar av, at tey sjálvi, ella ein teirra, onki annað val høvdu, uttan at verða send av landinum.
Søga hansara vendir sær eisini til tey ungu í dag, ið neyvan hava kunnleika til ella kunnu ímynda sær samfelagið og umstøðurnar, sum teirra foreldur, ommur og abbar, vuksu upp í.
Í leikinum verður dentur lagdur á vónina, sum ongantíð fór frá lítla dronginum tá ringast stóð til.
Leikurin er ein tøkk til foreldur og systkin hansara og ein heiðran av eldsálunum, ið stríddust og enn stríðast fyri at betra um viðgerðarhættir og livikor hjá einstaka føroyinginum.
Vit kenna mest Jógvan Andrias sum trubadur og sangskrivara, og sangir og løg hjá honum verða eisini brúkt í sýningini. Edvard Nyholm Debess, tónleikari, er við á pallinum. Hann ger ljóðeffektir, komponerar, syngur og spælir, soleiðis at tónleikurin gerst ein týðandi partur av søguni.
Tórshavnar Kommuna og Bogi Andreassen, leiðari av Mentanargøtuni í Tórshavn, hava stuðlað verkætlanini við at lagt hølir til í venjingartíðini, og nú almennar sýningar verða.
Leikrit: Ria Tórgarð
Leikstjórn og pallsetan: Ria Tórgarð
Leikari: Jógvan Andrias Joensen
Tónleikari: Edvard Nyholm Debess
Rædddarvenjingar og listarlig ráðgeving: Súsanna Tórgarð
Plakat: Jón Sonni Jensen
Framleiðsla: Rannvá Jónsdóttir
Leikurin verður frumsýndur í Auluni í Finsen í Havn 15. Sept. kl 20.00
Sýningar í Finsen vera:
Hósdag 16. sept. kl 20.00
Fríggjadagin 17. sept. kl 20.00
Leygardagin 18. sept. kl 20.00
Síðani verður farið kring landið við leikinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald