
Í nýggja átakinum hjá Visit Faroe Islands er endamálið at bróta vanligu ferðamynstrini og at geva ferðafólki nýggjar, óvæntaðar upplivingar í Føroyum. Í átakinum verða ferðafólk eggjað til at seta seg handan róðrið og koyra avstað, uttan at vita hvagar leiðin gongur.
Altjóða trupulleiki – føroysk loysn
Ein frágreiðing frá kendu greiningarfyritøkuni McKinsey frá 2024 vísir, at 80 prosent av øllum ferðafólkum í heiminum fara til tey somu 10 prosentini av heimsins kendastu ferðamálunum.
- Um allan heimin flokkast ferðafólk til somu kendu støð, so eisini tey kunnu fáa eyðkendu myndina av víðagitnu støðunum. Fólk eru stýrd av algoritmum og sosialum miðlum, sum skapa eina óendaliga ringrás, har myndir frá kendum ferðamálum draga fleiri ferðafólk til neyvt somu støð. Úrslitið er einsháttaðar upplivingar og støð, sum fáa ov nógv vitjandi, sigur Guðrið Højgaard, stjóri fyri Visit Faroe Islands.
- Eisini her í Føroyum hava vit merkt vaksandi trýst á ávís støð, og nú royna vit at broyta hetta – bókstaviliga.
Múlafossur í Gásadali, Vitin á Kallinum, Trælanípa og Tjørnuvík hava í langa tíð verið millum tey mest vitjaðu støðini. Men við 30 sergjørdum rutum verður ljós varpað á fleiri av teimum minni kendu, men eins vøkru og sermerktu støðunum kring landið. Endamálið er at geva ferðafólki høvi at uppliva minni vitjaðar og ókendar perlur, sum vanliga ikki eru partur av túrinum, tá fólk vitja landið.
Soleiðis gongur tað fyri seg
Átakið er ment í tøttum samstarvi við 62N Bilaleigu, sum bjóðar leigubilar til endamálið. Fyri at leiga hesar serligu bilarnar krevst bara at ein skrivar undir uppá at fylgja GPS-leiðbeiningunum hjá bilinum – uttan at vita, hvar ein fer.
(Mynd: Visit Faroe Islands)
Tá bilurin er leigaður, skannar ferðafólkið eina QR-kotu, sum tendrar GPS-leiðbeiningar til eina serliga rutu, sum er full av óvæntaðum steðgum gjøgnum dagin. Hvør túrur tekur millum tríggjar til seks tímar og fevnir um fýra til seks áhugaverd støð runt landið. Hin ferðandi sær bara eitt stað í senn, so kenslan av at sleppa stýringini og at vera á ævintýrferð til nýggj, spennandi støð verður varðveitt. Á leiðini deilir skipanin eisini søgur og staðbundna vitan. Skipanin er gjørd soleiðis, at eingin fær somu ferðaleið samstundis. Hvør uppliving er sniðgivin, so hon kennist persónlig og serstøk við stuttligum søgum ella serligum aktivitetum á hvørjum steðgi.
Útgangsstøðið er tað staðkenda
Leiðbeiningarnar eru settar saman við nærlagni og taka allar støði í lokalari vitan og tí staðkenda, so vit vísa gestunum vøkur og serlig, men ofta yvirsæð støð í Føroyum.
- Tað eru føroyingar sum hava gjørt ruturnar – og tankin handan hvørja rutu er at vísa ferðafólki sumt av tí, sum vit sjálvi gera. Vit vilja fegin geva teimum eina meira veruliga ella sanna uppliving, sigur Marta Káradóttir, samskiftisleiðari hjá Visit Faroe Islands og verkætlanarleiðari handan átakið.
- Vit biðja í veruleikanum bara ferðafólk um at sleppa teymunum eina løtu. Tí tá ið tú ikki veitst, hvat bíðar handan næsta sving, letur tú upp fyri tí nýggja og óvæntaða. Tú sært ymiskt vakurt, sum tú ikki hevði ætlað. Vit royna við hesum at bróta mynstrini og flyta okkum aftur til tað, sum ferðing eigur at snúgva seg um – at víðka sjónarringin og hugdýpa seg í staðið, tú vitjar, sigur MartaKáradóttir.
(Mynd: Visit Faroe Islands)
Ein skipan, ið spjaðir og vekur hugflogið
Tríggir serligir leigubilar eru partur av átakinum, men allir leigubilar í Føroyum kunnu lættliga verða partur av átakinum. Skipanin, sum byggir á Google Maps, er ókeypis og atkomulig fyri allar leigubilar – einasta kravið er sum nevnt, at tann, sum leigar bilin góðtekur treytirnar og fylgir leiðbeiningunum.
Skipanin byggir á tað arbeiði, sum Visit Faroe Islands fyrr hevur gjørt saman við Google um Google Sheep View.
Bilarnir kunnu leigast frá í dag, 8. juli og prísurin er hin sami sum fyri aðrar leigubilar.
Við átakinum vónar Vist Faroe Islands, at ferðafólk fara at taka av møguleikanum at fáa eina meiri fjølbroytta og óvæntaða uppliving. Samstundis er vónin, at hetta kann vera við til at taka trýstið av ávísum støðum, sum fáa heldur nógv vitjandi um summarið. Vit fegnast um at stóri amerikanski tíðindamiðilin Forbes longu hevur víst átakinum ans.
Gjørdu túrarnir eru til støð í meginøkinum eins og til Suðuroynna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald