placeholder
Innanlands

Nýtt átak í føroyskum tryggingarhøpi

Hevur ment útrokningarskipan til fyritøkur og stovnar at rokna kostnaðin fyri arbeiðsskaðatrygging

Arni Vatnhamar, stjóri í tryggingarmeklarafelagnum Ravnur

Arni Vatnhamar, stjóri í tryggingarmeklarafelagnum Ravnur

2020-08-11 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ravnur Tryggingarmekling bjóðar nú føroyskum fyritøkum, stovnum og kommunum at keypa arbeiðsskaðatrygging inn í felag gjøgnum Ravnur Innkeypsskipan.

Tá nógv keypa tryggingar inn í felag, so er hetta við til at økja keypiorkuna og soleiðis eisini ávirka fulnaðin og prísin. Í hesum sambandi hevur felagið ment eina roknimaskinu, ið er tøk á heimasíðuni www.ravnur.fo. Her kunnu fyritøkur, stovnar og kommunur við fleiri enn 15 starvsfólkum skjótt og ómakaleyst rokna seg fram til, hvat arbeiðsskaðatryggingin kostar í felags innkeypsskipanini.

 - Vit vilja bjóða kundum okkara bestu og bíligastu tryggingarloysnirnar, og eitt stig á leiðini er okkara nýggja roknimaskina til arbeiðsskaðatrygging. Á henni kunnu viðskiftafólk sjálvi sláa inn neyðugu tølini og beinanvegin fáa at vita, hvussu stórt gjaldið er við at brúka okkara innkeypsskipan, sigur Arne Vatnhamar, stjóri í felagnum.

Roknimaskinan, ið á henda hátt vísir úrslitið beinanvegin, er eitt nýtt amboð í føroyskum tyggingarhøpi, og vit vóna, at kundarnir fara at taka væl ímóti nýggju loysnini.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder