Innanlands

Nýtt forfólk verður funnið eftir døgurða leygardagin

Hotel Føroyar verður karmur um spennandi avgerðina hjá Tjóðveldi - avloysarin hjá Høgna Hoydal verður kunngjørdur einaferð seinnapartin 2. november. Freistin at innstilla forfólkaevni er á midnátt í morgin

Høgni Hoydal kunngjørdi fríggjavkøldið, at hann gevst sum formaður í Tjóðveldi eftir 24 ár. Á middegi leygardagin byrjar eyka flokstingið, sum er fyri limir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal kunngjørdi fríggjavkøldið, at hann gevst sum formaður í Tjóðveldi eftir 24 ár. Á middegi leygardagin byrjar eyka flokstingið, sum er fyri limir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-28 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Annika Olsen og Dennis Holm.

Ein av hesum persónunum verður nýtt forfólk í Tjóðveldi. Sambært skipan Tjóðveldsins kunnu løgtingslimir, sum eru valdir, vera forfólk. Tað vil siga, at varafólk ikki kunnu vera forfólk.

Sí eisini: Hesi kunnu gerast forfólk í Tjóðveldi

Vit hava fingið upplýst, at freistin at innstilla forfólkaevni er á midnátt í morgin, týsdagin 29. oktober.

Eisini frættir Portalurin, at tað verður Hotel Føroyar, sum verður karmur um spennandi avgerðina hjá Tjóðveldi, og at eyka flokstingið byrjar klokkan 12 leygardagin 2. november.

Ilt er at siga, hvussu leingi tað fer at taka, men nakrir tímar ganga helst, áðrenn avgerðin um nýggja forfólki fellur.

Talan er um tiltak fyri limir hjá Tjóðveldi. Til eyka flokstingið hava 48 limir atkvøðurætt.

Sí eisini: Høgni fór ikki vegna rumbli hesa vikuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder